Almennar treytir
Hesar treytir og ásetingar galda fyri bóking, keyp og nýtslu av tænastum og vørum frá Escape Room Tórshavn, herundir bóking og keyp av tænastum og vørum gjøgnum heimasíðuna og/ella á staðnum.
Ávaring um villur
Escape Room Tórshavn tekur fyrivarni fyri møguligum prísfeilum, prentvillum, skipanarvillum ella tøkniligum trupulleikum, sum kunnu ávirka atgongd ella prís á vørum og tænastum. Um slíkar villur koma fyri, hava vit rætt at ógilda bíleggingar ella tillaga prísirnar.
Vísing til príslistan
Allar tænastur og vørur verða roknaðar sambært okkara galdandi príslista. Tú finnur dagførda príslistan á heimasíðu okkara: www.escape.fo.
Avlýsing og broyting av tíð
Avlýsing ella broyting av tíð skal gerast í seinasta lagi 24 tímar áðrenn avtalaða tíð. Um tú ikki møtir upp ella avlýsir ov seint, kann Escape Room Tórshavn krevja fullan prís fyri tænastuna og/ella vøruna.
Kundar, ið ynskja at broyta sína bílegging, kunnu gera tað við at seta seg í samband við Escape Room Tórshavn. Dagført telefonnummar og teldupostur sæst á heimasíðuni: www.escape.fo
Luttøka
Tað er ikki loyvi at verða sjónliga ávirkaður, tá ið tænastan og/ella vøran frá Escape Room Føroyar skal brúkast. Um luttakari er sjónliga ávirkaður, tilskilar Escape Room Føroyar sær rætt til at avvísa viðkomandi luttakara uttan endurgjald fyri bókaðu tænastuna og/ella vøruna.
Trygd og klaga
Tænastur og vørur frá Escape Room Tórshavn fylgja føroysku keypilógini. Um tú upplivir brek ella manglar, vinarliga vend tær til okkara skjótast gjørligt.
Avmarking av ábyrgd
Escape Room Tórshavn tekur ikki ábyrgd fyri:
- Skaðar ella villur orsakað av skeivari nýtslu av tænastum ella vørum keyptar frá Escape Room Tórshavn.
- Seinkingar ella manglandi veiting orsakað av uttanhýsis viðurskiftum sum flutningstrupulleikar, veitarafeil ella hægri vald (streikar, náttúruvanlukkur, farsóttir o.l.).
Persónsupplýsingar
Allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar sambært okkara dátuverndarkunngerð. Escape Room Tórshavn nýtir bert persónsupplýsingar til fyrisiting av bíleggingum, gjøldum og marknaðarføring.
Cookie-politikkur
Við at nýta talgildu pallarnar hjá Escape Room Tórshavn, góðtekur tú okkara cookie-politikk.