ESCAPE ROOM TÓRSHAVN

Megna tit at loysa loyndarmálið áðrenn tíðin rennur út?

HVAT ER EITT ESCAPE ROOM?

Í grundini eru escape rooms fordjúpandi lið-avbjóðingar, ið eggja til samstarv, loysan av gátum og at finna loynilig spor fyri at røkka einum máli. Escape rooms eru stuttlig, avbjóðandi og geva eina liðuppliving, ið er líkt ongum øðrum.

TEAMWORK

STUTTLIGT

SPENNANDI

VIT BJÓÐA

ESCAPE ROOM
“SKUGGIN YVIR TÓRSHAVN”

Ein loyndarfullur brotsmaður hevur boða frá einari óhugnaliga ætlan fyri býin. Tit eru eitt servant toymi ið mugu avdúka ætlanina hjá brotsmanninum og steðga honum – áðrenn tað er ov seint!

Staðseting: Lynggøta 4 (kjallarin)

KOSTNAÐUR

3 Persónar = 275 dkk per persón

4 Persónar = 250 dkk per persón

5-6 Persónar = 225 dkk per persón

UTTANDURA (KEMUR)

Ynskja tit eina spennandi uttandura uppliving í Miðbýnum í Tórshavn, so hava vit eitt loyndarmál ið krevur samstarv og hugflog fyri at loysa.

Kemur seinni

TEAMBUILDING HJÁ TYKKUM (KEMUR)

Vit koma út til tykkum við okkara flytbaru spølum. Pláss er fyri heilt upp til 40-50 luttakarum í senn og hóskar tað seg til alt frá einum vinarbólki til eina fyritøku. Set tykkum í samband við okkum fyri eitt prát um møguleikarnar.

Kemur seinni

UM FELAGIÐ

Eg eiti Ingi Elmelund Petersen og eri stovnari av felagnum. Dagdvøljur (puzzles) hava altíð verið ein partur av undirhaldinum í mínari familju. Tískil var tað ikki óvæntað at escape rooms fangaði mín áhuga afturi í 2014. Síðani tá havi eg vitjað eini 10 escape rooms í ymiskum londum og valdi tí at stovna eitt felag fyri at bjóða slíkar upplivingar í Føroyum.