LOYS LOYNDARDÓMIN OG BJARGA SKATTINUM
Ein søgn um eitt burturgingið víkingaskip, sum bar ein loyniligan skatt, hevur verið søgd í øldir millum fólk í Føroyum. Søgnin sigur, at nøkur fá hjartagóð fólk hava vart skattin, meðan eitt loyniligt felag hevur roynt at fingið hann úr hondum teirra. Nýliga eru tó nýggjar upplýsingar komnar fram, sum hava varpað nýtt ljós á søgnina – og benda á, at hon als ikki er ein søgn.
Hevur tú tað, sum skal til, at loysa gátuna, finna leið gjøgnum fjaldar gøtur í miðbýnum í Tórshavn og avdúka, hvat veruliga er fjalt?
1 – 24 Luttakarir
Hvørt tú ynskir upplivingina einsamallur ella saman við vinum, familju ella starvsfeløgum – so hava vit loysnina.
2 tímar at loysa uppgávuna
Tú og tykkara lið hava upp til tveir tímar at fullføra ævintýrið – áðrenn ein annar loyniligur bólkur kemur teimum á mál…
Kort, lás og gátur
Eingin telefon er neyðug. Uppliv eina ektaða og innlivandi skattaveiðu, sum er trúgv móti søguni um tann horvna skattin.
PRÍSIR
1-4 Luttakarir
Ein innlivandi og spennandi uppliving fyri upp til 4 luttakarar á einum liði.
Størri bólkar
Vit hava pláss fyri upp til 24 luttakarum í senn, har lið kappast ímóti hvørjum øðrum.
Set teg í samband við okkum fyri at fáa eitt tilboð.
OFTA SETTIR
SPURNINGAR
Tann Horvni Skatturin er ein samanseting av einum escape room og eini skattaveiðu. Luttakararnir ferðast gjøgnum miðbýin og nýta ábendingar – sum av og á eru fjaldar í arkitekturinum í býnum – fyri at loysa eina gátu. Tit hava upp til tveir tímar at fullføra ævintýrið, men ráða sjálvi yvir ferðini í spælinum.
Skattaveiðan krevur hvørki snildfon ella navigatión – vit útvega kort, útgerð og søguna, so tit kunnu liva tykkum fult inn í upplivingina.
Ein av okkara starvsfólkum møtir tykkum á byrjanarstaðnum og letur tykkum neyðugu vegleiðingina og útgerðina. Tit fáa ein ryggsekk við tilfari, kort og søguna. Síðani er tað upp til tykkum at fylgja ábendingunum og loysa gátuna, meðan tit flyta tykkum frá stað til stað.
Børn eru vælkomin at taka lut í upplivingini. Børn undir 16 ár skulu vera saman við og undir eftirliti av einum vaksnum (18+) alla tíðina undir upplivingini. Børn undir 12 ár kunnu eisini vera við, men summir partar av spælinum og ávísar gátur kunnu krevja hjálp frá vaksnum.
Meginparturin av upplivingini er atkomiligur við koyristóli. Tó er eitt stað við eini gátt/duratrin, har ein koyristólsbrúkari helst hevur tørv á hjálp. Hav eisini í huga, at brekkur eru á rutuni og samlaði hæddarmunurin ígjøgnum spælið er umleið 70 metrar.
Túrurin er 2,6 kilometrar tilsamans og hevur ein samlaðan hæddarmun á 70 metrar. Tit kunnu rokna við at ganga í umleið 40 minuttir tilsamans.

UM OKKUM
Vit eru eitt toymi av staðkendum og forvitnum persónum, ið elska gátur og hugsavnandi avbjóðingar. Escape rooms og onnur gátuspøl hava í mong ár verið ein týðandi partur av okkara frítíð. Tí hava vit skapt eina sermerkta og ektaða skattaveiðu í havnini, sum gevur tykkum eina heilt serstaka uppliving.